Innanlands

Djóravælferðarlógin broytt - Grindamannafelagið fegnast

– Sostatt kunnu grindafólk nú aftur fara í grind, uttan at óttast at blíva ákærd fyri brot á djóravælferðarlógina, sigur Grindamannafelagið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-26 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindamannafelagið fegnast, eftir at Løgtingið í dag endaliga samtykti broytingina í djóravælferðarlógini, sum ásetur, at veiða og fiskiveiða ikki er fevnt av lógini.

Uppskotið varð einmælt samtykt við triðju viðgerð við 28 atkvøðum fyri og ongum ímóti.

– Nú er endaliga staðfest, at tað er grindalógin og grindakunngerðin, sum er galdandi tá tað eru grindaboð. Sostatt kunnu grindafólk nú aftur fara í grind, uttan at óttast at blíva ákærd fyri brot á djóravælferðarlógina, sigur Grindamannafelagið í skrivi, sum er sent miðlunum.

– Broytingin verður endaliga lýst ein av komandi døgunum, og lógartekniskt verður linari ásetingin brúkt, í møguligum málum sum liggja í skipanini, tá lógarbroyting verður gjørd.

Grindamannafelagið vónar, at ákærur ímóti grindafólkunum fyri brot á djóravælferðarlógina nú verða sleptar av Ákæruvaldinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder