Innanlands

Í lagi at geva harðari revsing í Føroyum

Í juni fekk ein maður fimm ára fongsulsrevsing fyri m.a. at hava roynt at smugla amfetamin til Føroya, ein revsing, ið er harðari enn hon hevði verið í Danmark. Tað er í lagi, staðfestir Hægstirættur, m.a. tí at vinningurin frá sølu av rúsevnum er munandi størri í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-11 22:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt nevningating í Føroya rætti gav í juni einum manni fimm ára fongsulsrevsing fyri at royna at smugla uml. eitt kilo av amfetamini til Føroya.

Maðurin var eisini funnin sekur í m.a. at hava uml. 150 gram av MDMA og uml. 400 gram av hashi á bústaði sínum í Danmark.

Revsingin á fimm ár er harðari, enn hon hevði verið í Danmark. Í rættinum varð víst á, at revsingin kundi vera harðari fyri at royna at smugla amfetamin í Føroyum, m.a. tí, at vinningurin frá sølu av rúsevnum er munandi størri í Føroyum.

Á heysti í 2019, tá maðurin varð handtikin, var prísurin á amfetamin 800 krónur per gram, og í ár er prísurin 500 krónur per gram. Til samanberingar var prísurin í Danmark millum 30 og 150 krónur per gram í tíðarskeiðnum januar 2019 til februar 2021. Á Bornholm var prísurin tó 150-300 krónur.

Málið varð kært til Hægstarætt, og mikudagin staðfesti Hægstirættur, at dómurin var í lagi.

Tað hevur í meira enn 20 ár verið mannagongdin í Føroyum at revsa smugling og víðari sølu av rúsevnum harðari enn í Danmark, m.a. orsakað av hægri prísinum fyri rúsevnum og harvið munandi hægri vinning við sølu, og Hægstirættur staðfesti, at tá Føroyar yvirtóku revsirættin sum málsøki í mars 2010 vórðu eingi stig tikin til at broyta revsingina í rúsevnismálum. Tí var fimm ára fongsulsrevsing í lagi.

Víst varð eisini á, at Hægstirættur áður hevur staðfest, at harðari revsing kann gevast í Grønlandi í rúsevnismálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder