Mentan

Í dag er byrjanin til 4 dagar við álvarsemi, látri og glitri

Í kvøld verður ársins Faroe Islands International Minority Film Festival(FIMFF) skotin í gongd

2018-08-30 19:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað er í kvøld at ársins Faroe Islands International Minority Film Festival(FIMFF) verður skotin í gongd, tá Norðurlandahúsið er karmur um setanina av FIMFF við altjóða viðurkenda filminum, Disobedience. Hetta vera 4 dagar við eini stórari, áhugaverdari og fjølbroyttari skrá við øllum frá álvarsomum samtalum til látur og glitur.

‘Vit eru sera errin av skránni í ár’, sigur Nadia Abraham, festivalstjóri, tá hon verður spurd um ársins festival. ‘Vit eru sera heppin at kunna sýna filmar, sum enn ikki eru sýndir í eitt nú Danmark, Onglandi og ja, øllum Norðurlondum. Tað er sera forkunnugt, at vit hava Norðurlendskar frumsýningar í Føroyum. Vit hava nevnliga arbeitt hart har fyri at fáa eina skrá sum er fjølbroytt og við nógvum altjóða viðurkendum nøvnum á plakatini” og nevnir Nadia stórfilmar so sum ‘Call me by your name’, ‘Gods own Country’,  ‘Disobedience’ og frumsýningina av íslendska filminum Andið Eðilega, har sjálvur leikstjórin Ísold Uggadóttir verður til staðar. 

Hóast FIMFF er ein filmfestivalur, so hevur festivalurin eisini annað enn filmar á skránni. “ Vit hava eitt kjak um mannarættindi, framløgu um Virtual Reality við Rose Trioche sum er førandi leikstjóri innan VR í USA og eitt Gender Bender ball leygarkvøldið í Reinsarínum við kendari Drag Queen,Tinus, og viðurkenda tónleikaranum Tami T. Eisini hava vit byrja okkara FIMFF Ættarlið, har vit virka fyri inklusjón og fjølbroytni úti á skúlunum og millum tey ungu.”, greiður Nadia frá og sigur, at tað hevur verið sera væl móttikið millum skúlarnar, og kann sigast at vera tekin uppá, at hetta eru evni, ið hava manglað í almenna kjakinum.

FIMFF er ein filmfestivalur, sum hevur nakað á hjarta og vil lata upp fyri kjaki og geva fólkum møguleika at vera kunnaði um evni, sum kanska ikki fylla so nógv í fjølmiðlunum.

“Vit eru ein minniluta filmfestivalur, sum virkar fyri inklusjón, tolsemi og mannarættindi og seta á hvørjum árið sjóneykuna á hesi evni.” greiður Nadia frá, “og í ár hava vit valt at leggja dent á flóttafólk og átrúnaðligar minnilutar, eitt nú vaksandi antisemitismuna og islamofobiina her á leiðum, og tískil lýsa vit í ár støðuna millum Ísrael og Palestina við filmum, framløgum, pallborðsfundi og listaframsýning.”

Hetta er annað árið á rað at FIMFF sýnir filmar í Perluni, Reinsarínum og Norðurlandahúsinum og metir Nadia, at tað er av týdningi at ein tílkur filmfestivalur eisini er í Føroyum. “Tað kann vera trupult at tosa um evni sum átrúnað, mentan, húðarlit og kynsligan samleika. Her hevur filmur ein ótrúliga góðan eginleika at lýsa okkum menniskju og mangan samansettar støður á ein tílíkan hátt, at vit betri kunnu skilja og enntá merkja samkenslu fyri hvørjum øðrum, heldur enn at fara í verjustøðu”.

Filmfestivalurin er í døgunum 30. august - 2.september.

- Faroe Islands International Minority Film Festival

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder