placeholder
Innanlands

Í 2029 hava Føroyar egið fongsul

Tað framgongur í svari til Sjúrð Skaale frá danska løgmálaráðharranum

Sjúrður Skaale og Mattias Tesfaye (Mynd: Javnaðarflokkurin á fólkatingi)

Sjúrður Skaale og Mattias Tesfaye (Mynd: Javnaðarflokkurin á fólkatingi)

2022-09-28 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Mette Frederiksen og aðrir danskir ráðharrar vóru á vitjan í juni, bleiv lovað, at eitt nýtt fongsul fer at verða bygt í Føroyum. Hetta bleiv straks skotið niður av øðrum donskum politikarum, sum søgdu, at eingin politisk avtala var um hetta, og at pengar heldur ikki vóru settir av.

Sjúrður Skaale hevur í mong ár virkað fyri at bøta um viðurskiftini innan alla rættarskipanina, og eitt nýtt fongsul hevur verið eitt høvuðsmál. Hann var tí sera misnøgdur við, at hetta ikki var við í teirri breiðu politi-avtalu, sum bleiv gjørd á fólkatingi í vetur.

Síðani hevur hann verið á fundi við bæði forsætisráðharran og løgmálaráðharran, Mattias Tesfaye um málið, og í farnu viku sendi hann stjórnini eitt bræv, har hann greiddi frá síni støðu, og bað um at fáa greiðu á, hvar málið stendur, skrivar Javnaðarflokkurin á fólkatingi í tíðindaskrivi.

Í svarinum, sum Sjúrður Skaale hevur fingið frá løgmálaráðharranum, verður undirstrikað, at avgerðin hjá stjórnini um at seta verkætlanina í gongd framvegis er galdandi.

– Tað er umráðandi at tryggja nútíðarhóskandi og gagnlig fongsulsviðurskifti í Føroyum, og skulu vit tryggja, at flest møguligir føroyingar skulu sita dóm teirra í Føroyum, sigur hann.

Hann heldur, at føroyingar skulu sleppa at sita teirra dóm í Føroyum nær við familju, tí annað sømir seg ikki, sigur hann.

Í svarinum framgongur eisini, at fongslið eftir ætlan skal standa liðugt og takast í nýtslu í 2029.

Hóast stjórnin longu hevur sett pengar av til prosjekteringina, er verkætlanin treytað av stuðli frá flokkunum á fólkatingi.

– Eg bæði trúgvi og vóni, at øll í fólkatinginum fara at taka ábyrgd fyri danska leiklutin í ríkisfelagsskapinum og stuðla verkætlanini, sigur løgmálaráðharrin, sum ikki sigur seg vita um, at nakar flokkur hevur verið atfinningarsamur um tørvin fyri einum nýggjum fongsli í Føroyum, hóast funnist hevur verið at mannagongdini hjá stjórnini viðvíkjandi ætlanarskrivinum um at byggja nýtt fongsul.

Alt svarið frá danska løgmálaráðharranum sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder