Innanlands

Hvør skal fáa ársins herðaklapp 2022?

Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 8. – 17. september 2022, og Sunda kommuna bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal heiðrast í ár

Sofus Debes Johannesen fekk herðaklappið í fjør (Mynd: Sunda kommuna)

Sofus Debes Johannesen fekk herðaklappið í fjør (Mynd: Sunda kommuna)

2022-08-08 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár fer Sunda kommuna, at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gangs fyri borgarnar í kommununi.

Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 8. – 17. september 2022.

Kommunan bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu mann metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi.

Meira kunning fæst her.

Tey, sum fyrr hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu eru:

  • 2021: Sofus Debes Johannesen
  • 2019: Andrass Midjord
  • 2018: Edmund Joensen
  • 2017: Leguhúsið í Nesvík
  • 2016: Hósvíkar róðrarfelag
  • 2015: Nicolina av Kamarinum
  • 2014: Johannes Johannesen
  • 2013: Kingobólkurin í Tjørnuvík
  • 2012: Asfinn Sigvardsen
  • 2011: Esmar Dahl
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder