Uttanlands

Hvítabjørn leyp á veiðimenn í Grønlandi

Høvdu júst felt ein moskusoksa, tá ein svong bjørn vildi hava burturav

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-09-20 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíbetur hendi ongin álvarsligur skaði, tá ein hvítabjørn hósdagin í farnu viku leyp á tveir grønlendskar veiðimenn norðan fyri Uummannaq í Norðurgrønlandi.

Teir vóru tríggir, sum vóru farnir út farnir at veika moskusoksa, og høvdu skotið ein, tá ein svong hvítabjørn knappliga leyp á teir. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, knr.gl. frá løgregluni.

- Teir vóru í holt við at skera moskusoksan sundur, tá hvítabjørnin knappliga var har. Bjørnin beit ein av veiðimonnunum nærhendis oyrað og náddi eisini at bíta ein annan í høvdið, áðrenn triði veiðimaðurin, sum stóð nakað burturfrá, fekk fatur á riflu síni og skjeyt móti bjørnini. Tá flýggjaði hon, greiðir vaktleiðarin hjá grønlendsku løgregluni frá.

Teir báðir menninir fingu ikki álvarsligan skaða, og teir boðaðu ikki løgregluni frá hendingini fyrr enn teir vóru heima við hús aftur dagin eftir. Teir tríggir eru frá Ikerasak, sum liggur 45 kilometrar frá Ummannaq.

Veiðitíð er í Grønlandi nú, og bjørnin norðan fyri Uummannaq er ikki tann einasta, sum hevur verið nærhendis fólk hesar seinastu dagarnar. Í hesi vikuni var ein hvítabjørn skotin nærhendis Aasiaat, og ein onnur er sædd við Ilulissat, skrivar knr.gl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder