Mentan

Hvat goymir seg í mjørkanum?

Sunnudagin 16. oktober verður sjónleikur um mjørka fyri børn á skránni í Norðurlandahúsinum

2022-10-10 16:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mjørkin er fullur í loynidómum – bæði vísindaligum og frumsagnarligum.

Sunnudagin 16. oktober kl. 14 og 16 verður gátuførur sjónleikur um mjørka fyri børn á skránni í Norðurlandahúsinum.

Mjørkavísindafólkini Hulda og Karlsson eru úti við síni útgerð og leita eftir einum óvanliga sjáldsamum slagi av mjørka. Ørindi teirra gerast tó nógv truplari enn væntað, tí í mjørkanum goymir seg alt møguligt óvæntað. Á pallinum letur ein heimur av ævintýri og frumsøgn seg upp, sum eisini gevur børnunum stuttliga vitan um hetta áhugaverda veðurdyribrigdið,

Sjónleikurin tekur støðið í nátturfyribrigdinum mjørka, sum hóast alt ikki er nógv meira enn ein hópur av smáum vatndropum; eitt skýggj, sum hvílir á jørðini.

Ein fangandi, hugtakandi og lærurík framførsla fyri øll frá aldrinum trý ár og upp. Sýningar fyri dagstovnar og skúlar verða mánadagin 17. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder