Innanlands

Hugnakvøld fyri tvørkynd og avvarðandi

Á tiltakinum, sum LGBT+ Føroyar skipar fyri týskvøldið, verður m.a. upplegg frá Tórmóði Stórá

Tiltakið verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum í Tórsgøtu (Mynd: LGBT+ Føroyar/Facebook)

Tiltakið verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum í Tórsgøtu (Mynd: LGBT+ Føroyar/Facebook)

2022-05-16 16:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í annaðkvøld, týskvøldið 17. mai, klokkan 19, skipar LGBT+ Føroyar fyri hugnakvøldi fyri tvørkyndum saman við foreldrum/avvarðandi.

Á skránni á tiltakinum, sum verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum í Tórsgøtu 16, verður m.a. upplegg frá Tórmóði Stórá. Hann fer at tosa frá einum fakligum sjónarmiði um tað at vera tvørkyndur, hvørjar møguleikar tvørkynd hava í Føroyum, og hvussu mannagongdin er. Eisini verður høvi at seta spurningar.

– LGBT+ Føroyar fær javnan fyrispurningar frá foreldrum at tvørkyndum, og við hesum tiltakinum ynskja vit at tvørkynd saman við teirra foreldrum / avvarandi kunnu hitta onnur, sum skilja og hava verið ella eru í somu støðu sum tey sjálvi, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.

– Foreldur at tvørkyndum hava fyrr hitst í hølinum hjá LGBT+ Føroyum. Tá hava tað verið Súnfríð Jacobsen og Ritva Samuelsen, sum báðar eru mammur at tvørkyndum kvinnum, sum hava staðið fyri kvøldinum og verið klárar at stuðla og deila sína uppliving og royndir. Hetta hava foreldur at tvørkyndum verið sera glað fyri og ynskir LGBT+ Føroyar tí at bjóða til hetta hugnakvøldið í annaðkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder