Innanlands

Spyr.fo: Føroyingar óttast ikki Huawei

Í hvussu so er ikki føroysku menninir, vísir veljarakanning

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-12-16 16:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein meiriluti av føroyingum óttast ikki amerikansku ávaringarnar mótvegis kinesiska televeitaranum Huawei.

Fríggjadagin setti Spyr.fo 500 føroyingum nakrar spurningar um Huawei og njósning í sambandi við at kjakið gekk heitt um at kinesiski sendimaðurin skuldi havt hótt Føroya Landsstýrið við handilsforðingum, um vit ikki velja kinesiska televeitaran til okkara komandi 5G net.

Nógv teir flestu føroyingarnir óttast ikki ávaringarnar og halda, at tað eru televeitararnir sjálvir, sum skulu velja, hvønn veitara tey vilja hava. Ein lítil helmingur av teimum spurdu – 49,49 prosent – svaraðu ja upp á spurningin: ”Skulu telefeløgini sjálv sleppa at velja, hvør skal veita nýggja 5G netið?”.

Upp á spurningin ”Skulu vit fylgja ráðunum frá USA og donsku stjórnini um at halda okkum burtur frá Huawei?” vóru svarini meira ivasom. 33 prosent søgdu ja, 30 prosent søgdu nei, meðan størsti triðingurin – 36 prosent – segði ’veit ikki’.

Men tølini frá Spyr.fo avdúka, at tað er stórur munur á hvat menninir svara og hvat kvinnurnar svara. Kvinnurnar eru meira óttafullar tá tað kemur til hesar spurningarnar, enn menninir eru.

Til tann fyrsta spurningin – um feløgini skulu avgera sjálv – svaraðu 64 prosent, ella tveir út av trimum monnum, ja, meðan tað bert var ein triðingur av kvinnunum, 33 prosent, sum svaraðu ja.

Eisini til næsta spurningin vóru menn meira avgjørdir. Helmingurin segði ’nei’ upp á spurningin, um vit skulu fylgja ráðunum úr USA og Danmark viðvíkjandi Huawei. Meira enn helmingurin av kvinnunum svaraði ’veit ikki’ til henda spurningin.

Spyr.fo spurdi eisini nærri til óttan fyri av gerast ein partur av stríðnum millum stórveldini Kina og USA.

Spurningurin ljóðaði: ”Óttast tú, at Føroyar gerast partur av stríðnum millum USA og Kina?”. Til hetta svaraðu 42 prosent ’nei’, 37 prosent ’ja’ og 21 prosent veit ikki. Men eisini her eru tað kvinnurnar sum eru meira óttafullar og ivasamar enn menninir.

Hjá monnunum svaraðu heili 57 prosent ’nei’ og bert 29 prosent ’ja’. Hjá kvinnunum var svarið ávikavist 24 og 45 prosent, meðan 29 prosent søgdu seg ikki vita.

Seinasti spurningurin var, um fólk ”óttast njósning umvegis Facebook, Google og onnur forrit”.

Her svaraði ein lítil helvt – 48 prosent – ja, og her var ikki munur á kynunum.

Tó eru tað nógv fleir menn, sum svaraðu ’nei’ (39 prosent), meðan tað vóru nógv fleiri kvinnur enn menn, sum svaraðu ’veit ikki’.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder