
Suðurkoreansku kvinnurnar, sum leitað hevur verið eftir seinastu dagarnar, komu úr Barcelona við Atlantsflogi mikudagin 27. august, og tær høvdu ikki ferðaseðil úr aftur Føroyum.
Tí útilokar løgreglan ikki, at tær eru blivnar burtur við vilja, skrivar Kringvarpið.
Les eisini: Vóru í hvítum klæðum, sum mintu um líkverjur
Talan er um systrarnar Soo Jung Park og Soo Yeon Park, sum vórðu seinast sæddar í Miðvági týsdag seinnapart.
Løgreglan upplýsti fyri miðlunum í morgun, at fleiri fráboðanir eru komnar frá fólki, sum halda seg hava sæð kvinnurnar m.a. í Eysturoynni og Streymoynni, men leitingin hevur enn ikki givið nakað úrslit.
Les eisini: Løgreglan givin at leita eftir meksikanska manninum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald