
- Tær komu í taksabili, og vit undraðust á, hvussu illa tær vóru ílætnar. Als ikki ílætnar at fara til gongu. Vit tosaðu við tær. Klæðini líktust mest líkklæðum. Tunn og hvít.
Soleiðis greiðir Gunnar R. Nattestad frá í grein á VP seinnapartin, um tær báðar kvinnurnar úr Suðurkorea, sum løgreglan hevur eftirlýst.
- Tær fóru til gongu klokkan 5 og klokkan 9 hvarv sambandið við telefonirnar. So tær hava kanska bíðað til tað var friður, sigur Gunnar R. Nattestad, sum stúrir fyri, at tær hava lopið útav.
Kvinnurnar hava asiatiska útsjond, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, ljósa húð og hálvlangt svart hár.
Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Soo Jung Park og Soo Yeon Park, kann ringjast á tlf. 351448, sigur politiið í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald