Innanlands

Høvdu fótin heldur tungt á spitaranum

Fimm bøtur og eitt klipp vóru givin yviri við Strond í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-24 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan gjørdi um middagsleitið í gjár ferðmátingar Yviri við Strond í Havn, og tað var ikki uttan at úrslit.

Tað vóru nevniliga seks bilførarar, sum høvdu fótin heldur tungt á spitaranum. Fimm teirra fingu bót og ein bilførari fekk klipp í koyrikortið.

Annars hevur verið friðarligt hjá ordansmaktini seinasta samdøgrið. Onkrar fráboðanir hava verið um, at seyður, hundur og ross hava gingið leys, men annars hevur verið friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder