Innanlands

Hotel Hafnia er latið upp í nýggjum hami

Umvælingin og dagføringin ber við sær, at Hotel Hafnia fær eina stjørnu afturat og er nú eitt fýrastjørna hotell

2022-03-14 16:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er í einum dagførdum og dárandi sniði, at Hotel Hafnia aftur hevur latið dyrnar upp.

Hotellið hevur verið undir umvæling síðan á jólum, og lat upp aftur í einum inniligum og fjálgum samspæli millum samtíðina og søguríku fortíðina. Vitjanin og uppihaldið er gjørt sermerkt við teimum bestu og mest framkomnu tænastunum og hentleikunum, samstundis sum tað er ein hendingarík ferð aftur í tíð.

Umvælingin og dagføringin ber við sær, at Hotel Hafnia fær eina stjørnu afturat og er nú eitt fýrastjørna hotell. Hotel Hafnia hevur í sama viðfangi fingið grønu umhvørvisgóðkenningina, Green Key, sum er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni. Góðkenningin verður latin fyritøkum í ferðavinnuni, sum gera nógv fyri at verja umhvørvið. Tvey gistingarhús í Føroyum hava nú hesa góðkenningina, Hotel Brandan og Hotel Hafnia.

Hotel Hafnia læt upprunaliga upp á Áarvegnum í 1951, staðsett í dukandi hjartanum í býnum og umgyrt av bygningum við nógvari og ríkari søgu. Og júst tann forvitnisliga søgan fer nú eisini at liva víðari á hotellinum. Við fríum útsýni yvir gamla og stolta býarbýlingin í Havn eru áhugaverdu søgurnar um millum annað stásiligu Amtmansborgina, hugnaligu Havnará og gamla apotekshúsið á Áarvegnum ein inngrógvin partur av vitjanini á Hafnia. Somuleiðis er ein veggur á kamarinum prýddur við serliga minnisríkum og litríkum løtum og tíðarskeiðum í havnarsøgu frá sjeyti- og áttatiárunum.

Á Hotel Hafnia eru 79 kømur við nýggjum útbúnaði, skjóttgangandi interneti og stroymingartænastuni Chromecast. Umframt tað eru 4 smáttur, matstova, kafé, hitarúm, og stór og smidlig fundarhøli.

Hotel Hafnia er latið upp aftur við neyvt sama frálíka tænastustøði og gestablídni sum altíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder