Innanlands

Hósvík: Heita á fólk um at halda seg burtur

Tekjan er rivin á skúlanum í Hósvík, og fólk vera biðin um at halda seg burtur frá økinum kring skúlan meðan hon verður tryggjað

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-30 14:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Hósvík arbeiða tey við at tryggja tekjuna á skúlanum, sum eftir øllum at døma er farin í nógva vindinum í dag.

Løgreglan sendi fyri løtu síðani boð út til almenningin, har heitt verður á fólk um at halda seg burtur frá økinum kring skúlan meðan arbeiðið fer fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder