HKcare í nýggjum hølum í Saltangará

Nú 10 ár eru á baki, síðani fyritøkan Hkcare varð stovnað, flytir virksemið í nýggj hølir, sum liggja á Heiðavegi 5 í Saltangará, og í hesum sambandi verður móttøka í dag kl. 13

2021-06-26 11:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru hjúnini Halgerð og Kristian Poulsen, ið eiga og reka fyritøkuna HKcare, sum bjóðar bæði fysioterapi og kosmetologi.

Í sambandi við flytingina verður bjóðað til móttøku leygardagin 26. juni frá klokkan 13-15.

Hesi fyrstu 10 árini hevur HKcare hildið til í leigaðum hølum í Saltangará, og hóast trivnaðurin hevur verið góður har, er fyritøkan nú flutt í egin høli, sum fyri eigararnar hevur ein heilt serliga týdning.

Talan er nevniliga um gamla bygningin hjá abba Kristiani, Piddi hjá Olivari, sum hjúnini nú hava ognað sær. Fyrsti handilin í økinum var handilin hjá tipoldurabba Kristian, sum var fyrsti matvøruhandilin á staðnum, eftir at Einahandilin varð avtikin

Í sekstiárunum tók abbi Kristian yvir nýbygda handilsbygningin, ið pápi hansara hevði bygt, og aftan á hann tók dóttir hansara, sum er mamma Kristian, yvir handilsvirksemið. Tað er bygningurin, sum Halgerð og Kristian nú hava keypt.

Hølini eru sostatt ein partur av familjusøguni, og hetta fegnast tey bæði um, nú tey bjóða til móttøku leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder