Innanlands

Hjálp og stuðul til tey, sum krabbin rakar, hava størstan týdning

Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund og fegnast um góðu undirtøkua til landsinnsavningina í fjør

2022-05-17 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Durita Tausen er framvegis forkvinna í Krabbameinsfelagnum. Felagið hevði aðalfund herfyri, og í nevndini siga nú Durita Tausen, forkvinna, Magnus Tausen, næstaformaður og Anna Kristina Joensen, kassameistari. Hini í nevndini eru Olga Kristina Hansen og Marnar Fríheim Kristiansen, ið er nývaldur, og kom inn fyri Jóhan Poulsen, ið ikki stillaði uppaftur.

Í ársfrágreiðing síni fegnaðist Durita Tausen um góðu undirtøkuna, sum felagið fekk til landsinnsavningina “Føroyar móti krabba” í mars mánaði í fjør, sum gav yvir 6,7 milliónir krónur.

Men framvegis er hjálp og stuðul hjá teimum sum fáa staðfest krabbamein tann týdningarmesta uppgávan hjá felagnum, vísti Durita Tausen á.

- Høvuðsmálið hjá okkum í Krabbameinsfelagnum er at hjálpa, stuðla og lætta um hjá tí, sum fær staðfest krabbamein og hjá teimum, sum eiga ein, sum fær staðfest krabbamein. Hesin parturin av virkseminum verður alsamt størri, og er eisini vaksin í 2021. Tað fegnast vit um, tí jú fleiri venda sær til okkara, jú fleiri fáa vit hjálpt.

- Tað kann vera pápin ella mamman, sum stúrir fyri, hvussu tað skal gangast børnunum. Dóttirin ella sonurin, sum hugsar um foreldrini, sum nú eiga eitt krabbasjúkt barn. Maðurin og kvinnan í bestu árum, sum skuldu hugsa um at liva lívið og ikki um, at tey hava fingið sjúku, sum tey kunnu doyggja av. Omman ella abbin, sum ikki vil vera til stríð hjá sínum nærmastu. Barnið, sum er bangið, tí hvussu verður at fara í skúla ella spæla við vinfólk, nú mamma ella babba hevur krabbamein. Vinfólk, maki, systkin, foreldur, starvsfelagar, sum kanska kenna seg klossut, tí tey vita ikki, hvussu tey hjálpa best.

- Við einstaklinga samrøðum, familjusamrøðum og í samrøðubólkum hjálpir Krabbameinsfelagið at fáa fótafestið aftur. Við vitjanum á arbeiðsplássum, í skúlum og barnagørðum ráðgeva vit eisini, segði Durita Tausen, sum eisini kundi fegnast um, at Krabbameinsætlanin, ið bíðað hevur verið eftir í fleiri ár, endiliga er komin á borðið:

- Glað vóru vit, tá ið Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í 2020 setti sjøtul á tað arbeiðið. Tað er rúgvusmikið arbeiði, og nógv fólk hava givið sítt stóra íkast. Nógv orka er farin til hetta arbeiðið í 2021, eisini í Krabbameinsfelagnum, og nú kunnu vit gleðast um hetta megnaravrikið, sum varð handað landsstýrismanninum beint fyri páskir í ár.

- Tá ið bilbugt skal fáast við krabbameinssjúku, er tíðin ógvuliga týðandi. Serliga at fáa staðfest sjúkuna so skjótt sum yvirhøvur til ber, so at viðgerð kann verða givin beinanvegin.

- Tíbetur eru fleiri og fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa m.a. tølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein. Somu hagtøl vísa tíverri, at av Norðurlondum liggja vit aftast.

- Vit gleðast tí um, at fleiri av tilmælunum í krabbameinsætlanini eru um at bøta um gongdina frá illgruna til ávísing og frá ávísing til viðgerð. Tað er eitt arbeiði, sum farast má undir ongantíð ov skjótt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder