Uttanlands

Hitin kring heimin er ógvusligur

Hitin setir bæði met og krevur mannalív

Í Japan er hitin yvir 40 hitastig (Mynd: Politiken.dk)

Í Japan er hitin yvir 40 hitastig (Mynd: Politiken.dk)

2018-07-26 13:20 Author image
Ari av Rana

Nógvur hiti hevur verið alt summar fleiristaðni kring heimin, serliga í norðara hálvknøtti.

Meðan danir ikki vita hvat teir skulu gera við seg sjálvan av hita, berjast eitt nú svenskarar, russar og grikkar við skógareldar sum úrslit av nógva hitan. Í Russlandi hevur hitin ligið 7 hitastig yvir tað vanliga.

Í Ouargla í Saharaoyðimørkini er máldur 51,3 hitastig. Hetta er hægsta hitastigið nakrantíð mál í Afrika. Og í Oman er eisini mált nýtt hitamet, har hitin um náttina var heili 42,6 hitastig, skrivar danski miðilin Politiken.

Nógvi hitin hevur eisini kravt fleiri lív. Í Japan hevur hitin verið yvir 40 hitastig, og mett verður, at fleiri enn 30 fólk eru deyð av hitanum, meðan fleiri túsund hava leita sær læknahjálp. Í Kanada eru fólk eisini deyða av hitanum, har líkhúsini í Montreal eru so yvirfylt, at líkini mugu goymast aðrastaðni. Eisini í Grikkalandi hava fleiri fólk latið lív í skógareldunum, sum hava herjað sum úrslit av nógva hitanum.

Granskarar eru varnir, men meta tó, at veðurlagsbroytingarnar hava havt ávirkan á nógva hitan í summar.

placeholder
placeholder