Innanlands

Hitaskipan í Leirvík verður handað um eina viku

Talan er um grøna intelligenta upphitingarskipan við framkomnari tøkni, ið skal geva hita til skúlan og eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík. Hitaskipanin verður í mestan mun rikin við grønari elorku, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari

Framløga um nýggju hitaskipanina, tá sáttmáli um arbeiði varð undirskrivaður í juli 2021 (Mynd: Eysturkommuna)

Framløga um nýggju hitaskipanina, tá sáttmáli um arbeiði varð undirskrivaður í juli 2021 (Mynd: Eysturkommuna)

2023-04-05 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um júst eina viku, mikudagin 12. apríl verður almenn handan av hitaskipanini við skúlan í Leirvík. Tiltakið er millum klokkan 13 og 15.

Talan er um grøna intelligenta upphitingarskipan, ið skal geva hita til skúlan og eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík, upplýsir Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

- Skipanin kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum.

Hitaskipanin verður í mestan mun rikin við grønari elorku. Umframt jarðhitapumpu, fleiri 400 metra djúp borihol og fjarhitaleiðing er eisini ein stórur vatntangi partur av hitaskipanini, har hitaorka skal goymast. Hitaskipanin skal hita skúlan og eldra¬sambýlið í Leirvík, sum annars hava brúkt oljufýr og 70.000 litrar av olju um árið.

Arbeiðið byrjaði mitt í 2021 og er nú komið á mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder