Innanlands

Hildu jarnbrúdleyp á Boðanesheiminum

Sanna og Henning Mortensen kundu í gjár halda 70 ára brúdleypsdag

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-12-01 09:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jarnbrúdleyp eru sjáldsom av teirri einføldu orsøk, at hjún skulu hava verið gift í 70 ár, fyri at halda jarnbrúdleyp. Sanna og Henning Mortensen eru fødd í ávíkavist 1930 og í 1927. Í gjár varð jarnbrúdleyp hátíðarhildið á Boðanesheiminum í Havn.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjaði inn á gólvið at heilsa uppá tey bæði og ynskja teimum tillukku.

Henning og Sanna koma úr ávikavist Famjin og Sandvík, men hava búð á Argjum tað mesta av lívsleið teirra. Henning kom upprunaliga til Havnar fyri at læra til skipstimbrara á Tórshavnar skipasmiðju.

Sanna fór til Havnar fyri at matgera fyri arbeiðsmonnunum, og her rann saman millum tey bæði, kundi borgarstjórin avdúka í røðu síni, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Har eru eisini fleiri myndir at síggja.

Tey fingu fimm børn: Elsu, Sigrid, Tórhild, Petru og Finleif.

Jarnbrúdleypið varð hildið á Boðanesheiminum, har Sanna er millum búfólkini, og Henning trúliga vitjar hvønn dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder