Mentan

Highasakite á Gøtusandi í summar

G! festivalurin kunnger í dag Highasakite sum eitt av høvuðsnøvnunum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-27 09:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey vóru á Summarfestivalinum í 2016, og nú kemur eitt hitt størsta konsertnavnið úr Noregi aftur til Føroya. Hesaferð á Gøtusand.

G! festivlaurin kunnger í dag norska Highasakite, sum eitt av høvuðsnøvnunum á G! 2024.

[object Object]

- Talan er um eitt av hægst virdu nøvnunum í Noregi, har tey hava staðið ovast á festivalplakatunum í fleiri ár. Við 14 árum á baki hevur bólkurin megnað tað, ið fægstu bólkar megna. Eftir at gerast eitt heimsnavn við altjóða hittinum “Golden Ticket” hava tey við støðugum arbeiði, bygt víðari og eru at rokna sum eitt risanavn á norðurlendska konsertpallinum. Alsamt betri og alsamt størri, sigur G! festivalurin.

Stílurin er stórsligin indie-poppur, og fremst stendur sangarinnan Ingrid Helene Håvik, sum hevur gávurnar, at knýta ektaðar kenslur í løgini, og at fáa hesar at strála av pallinum gjøgnum tónleikin.

- Talan er heldur ikki um nakra vanliga konsert heldur. Highasakite hevur eina sjáldsama stórbæra framførslu. Vit vænta sanniliga, at hetta verður ein tann mest hugtakandi konsertin, sum nakrantíð er farin fram í Føroyum, sigur G!.

Og tey eru væl dámd sum ongantíð áður. Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdu tey eina konsertrøð kring Noreg, sum varð útseld eftir bert fáum minuttum. Eykakonsertirnar eru mest sum útseldar eisini. Og við hesum fara tey at spæla einar 20 konsertir.

G! festivalurin 2024 verður 18. til 20. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder