Mentan

Heystfagnaðurin fer í gongd í kvøld

Byrjað verður við guðstænastu í Eiðis kirkju klokkan 18. Næstu dagarnar eru alskyns tiltøk á skránni á Eiði

2022-10-12 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Árligi heystfagnaðurin á Eiði fer av bakkastokki í kvøld. Talan er um eitt stórt tiltak, ið vanliga savnar nógv fólk og sum hevur nógv ymiskt á skránni - bæði innandura og uttandura.

FM í fletting er eitt av hæddarpunktunum á "Føroya bygdasligasta tiltakið" Hetta verður nú leygardagin, 15. oktober, og skráin er fram til og við sunnudagin.

Lagt verður út í kvøld við Heystfagnaðarguðstænastu. Tað er klokkan 18, og tað er við Johardi Jógvanssyni sum presti. Eiðis Ljómfelag spælir. 

Øll skráin fyri Heystfagnaðin kann síggjast her 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder