Innanlands

Heystardagur og mótasýning í SMS

Høgni Lisberg framførir í sambandi við mótasýningina í kvøld

Høgni Lisberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Lisberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-29 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í kvøld kl. 20 verður stór mótasýning og konsert í handilsmiðstøðini SMS í Havn. Hetta í sambandi við at heystardagur er í SMS. Allan dagin í dag hava handlarnir serlig tilboð, og dagurin endar við stórari mótasýning, sum eisini verður send live á facebooksíðuni hjá SMS.

- Vit gleða okkum serliga nógv til aftur at sleppa at hava mótasýning í SMS. Tað eru trý ár síðan seinast, so tað treingir til, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS.

Høgni Lisberg við bólki fer at spæla til mótasýningina, og aftaná diskar Helgi, meðan áskoaðarnir kunnu njóta góðbitar ella gera brúk av tilboðunum, sum handlarnir hava.

Handlarnir hava opið til klokkan 22.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder