Hevur skrivað bók um søguna hjá Sinnisbata

Í sambandi við 40 ára dagin fyri stovnandi aðalfundin í Sinnisbata, verður skipað fyri tiltaki við bókaútgávu í Reinsarínum í annaðkvøld

Grækaris D. Magnussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Grækaris D. Magnussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-23 09:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, 24. mai, fyllir Sinnisbati 40 ár. Tað eru nú 40 ár liðin, síðani stovnandi aðalfundin hjá Sinnisbata í 1982, har stig varð tikið til at stovna felag, sum skuldi arbeiða fyri fólki við sálarsjúku, og avvarðandi teirra.

Í hesum sambandi skipar Sinnisbati fyri almennum føðingardegi og bókaútgávu í Reinsarínum í Havn týskvøldið kl. 19.30.

Í samband við føðingardagin gevur Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bók út um søguna hjá felagnum.

Til tiltakið verður bókin “Sálareyga” løgd fram, og prát verður við Grækaris um bókina. Prátað verður eisini við Marina Samuelsen, sjúkrarøktarfrøðing, og Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata, ið viðvirka í nýggju bókini, og hava myndað felagið og føroysku sálarsjúkusøguna.

Møguleiki verður at keypa bókina Sálareyga hetta kvøldið.

Umframt hetta, vísir Sinnisbati Ung ein nýggjan stuttfilm fram, og Herborg Torkilsdóttir fer at spæla eitt nýtt lag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder