Týsdagin varð ein pakistanskur maður dømdur 27 ára fongsulsrevsing fyri at hava lagt ætlanir um at beina fyri amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Maðurin hevði eisini ætlanir um at beina fyri øðrum amerikonskum politikarum, upplýsir amerikanska løgmálaráðið sambært Ritzau.
Talan var um hevnd fyri drápið á iranska herovastan, Qassem Soleimani, sum varð dripin í einum amerikonskum dronuálopi í januar 2020 undir fyrra forsetaskeiðnum hjá Trump.
Iransk embætisfólk hava fleiri ferðir lovað hevnd fyri drápið á Soleimani.
Pakistanski maðurin, sum varð handtikin í juli 2024, tá hann royndi at fara úr USA, varð í mars funnin sekur í at hava roynt at fingið ein leigudrápsmann at drepa ein politikara ella eitt embætisfólk í amerikonsku umsitingini.
Maðurin greiddi frá í rættinum í Brooklyn í New York City, at hann varð tvungin at taka lut í ætlanunum fyri at verja familju sína í iranska høvuðsstaðnum Teheran, móti iransku kollverltingarverjuni.
Hann legði afturat, at hann roknaði við, at hann fór at verða tikin, áðrenn nakar bleiv dripin.
Eisini greiddi hann frá, at hann ongantíð hevði fingið boð um at beina fyri einumm ávísum persóni, men at iranar, sum hann hevði samband við høvdu nevnt tríggjar persónar í sambandi við drápsætlanirnar: Trump, fyrrverandi amerikanska forsetan, Joe Biden, og fyrrverandi amerikanska ST-sendikvinnan Nikki Haley.
Amerikanski løgmálaráðharrin, Todd Blanche sigur tó, at talan var um ítøkiligar ætlanir um at beina fyri Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald