Innanlands

Hevði 1,9 kilo av hassji í viðførinum

Ein ungur maður varð steðgaður av tollvaldinum í gjárkvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-17 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein ungur maður hevur fingið fýra mánaða fongsulsrevsing fyri at smugla 1,9 kilo av hassji til Føroya.

Maðurin, sum er dani og fyrst í 20unum, varð tikin á Vága floghavn í gjárkvøldið. Hann varð handtikin, og játtaði seg sekan.

Maðurin var førdur fyri rættin í dag, har avgjørt var at geva honum fýra mánaðar í fongsli. Maðurin er nú leyslatin aftur og skal inn at sita dómin seinni - helst í Danmark, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder