Innanlands

Hetta dýrkar og seinkar okkum

Sandoyartunnilin kann dýrka og verða seinkaður av forboðnum hjá Tórshavnar kommunu

Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-07-20 20:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kann dýrka og seinka Sandoyartunlinum nógv, um forboðið hjá Tórshavnar kommunu um, at lastbilar yvir 26 tons ikki skulu koyra á Velbastaðvegnum um náttina.

Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum, sigur við útvarpið í kvøld, at tað enn er ov tíðliga at siga, júst hvørjar avleiðingarnar vera, men talan er um stórar upphæddir.

- Hendan verkætlanin kostar millum hálva og eina millión um samdøgrið, og nú fáa vit bara arbeitt helvtina ella ein triðing av tí tíðini, sigur Teitur Samuelsen.

- Har koma nógvar leveransur um náttina. Eitt nú betong, asfalt og annað til vegagerðina, upplýsir hann.

Stjórin í tunnilsfelagnum fær kortini ikki gjørt so nógv við hetta.

- Vit boða eigarunum landsstýrinum frá hesum, og so mugu vit taka tað har frá. Vit hava ikki aðrar møguleikar.

Sandoyartunnilin skal eftir ætlan vera liðugur í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder