Uttanlands

Hetlendingar gera klárt til rakettútskjóting í august

SaxaVord Space Center á Unst í Hetlandi hevur fingið enn eitt týðandi loyvi upp á pláss

Nú er skjótt klárt at skjóta rakettir út í rúmdina frá Lamba Ness á Unst í Hetlandi (Mynd: ShetNews)

Nú er skjótt klárt at skjóta rakettir út í rúmdina frá Lamba Ness á Unst í Hetlandi (Mynd: ShetNews)

2024-04-25 11:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn nøkur týðandi loyvi eru fingin upp á pláss, sum skulu gera tað møguligt at senda fyrstu rakettina frá rakettútskjótingarstøðini SaxaVord í Hetlandi í august mánaði í ár.

Í dag kundi rakettstøðin kunngera, at hon sum tann fyrsta í Vesturevropa hevur fingið fult loyvi til at skjóta rakettir upp. Hetta tí at hon hevur fingið sokallað ‘range control licence’ frá CAA, UK Civil Aviation Authority.

Hetta er eitt neyðugt loyvi fyri tað virksemi, sum skal ganga fyri seg á Lamba Ness norðast í Hetlandi. Men sum skilst er tað endaliga útskjótingarloyvið ikki komið upp á pláss enn.

ShetNews skrivar, at SaxaVord nú hevur heimild til at ávara fólk um at halda seg burtur frá vandamiklum økjum, fremja eftiransing av hesum økjum og vaka yvir økinum í sambandi við rakettferðirnar.

Arbeiði við at fyrireika komandi rakettútskjótingarnar heldur fram, og eisini við at tilbúgva rakettútskjótingarstøðina, so at týska rúmdarfelagið RFA, Rocket Factory Ausburg, sum ætlað, kann skjóta ta fyrstu rakettina út í ringrás um jørðina í august í ár, skrivar ShetNews.

Stjórin fyri SaxaVord Space Center, Frank Strang fegnast:

- Hetta er ein sera týðandi liður í okkara fyrireikingum. Sum einasta rakettútskjótingarstøð í Vesturevropa við neyðugum loyvum, fyrireika vit okkum nú at skriva framhald av rúmdarsøguni við fyrstu rakettútskjótingini í triðja ársfjórðingi í ár, sigur Frank Strang.

Ovastin fyri UK Space Regulation hjá CAA, Colin Macleod sigur, at hetta seinasta loyvi var neyðugt fyri at tryggja almennu trygdina í sambandi við rúmdarvirksemi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder