Innanlands

Hesi manna nýggja Váðaráðið

Løgmaður hevur mannað Føroya Váðaráð eftir tilmæli frá Landsbankanum, Búskaparráðnum og Fíggjarmálaráðnum

Malan Johansen, er sum landsbankastjóri fødd forkvinna í Føroya Váðaráð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Malan Johansen, er sum landsbankastjóri fødd forkvinna í Føroya Váðaráð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-31 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgmaður hevur eftir tilmæli frá Landsbanka Føroya, Búskaparráðnum og Fíggjarmálaráðnum, valt nýggjar limir í Føroya Váðaráð. Limirnir verða valdir fyri eitt fýra ára skeið.

Føroya Váðaráð hevur sum uppgávu at eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum.

Váðaráðið er skipað við fimm limum og fimm varalimum.

Eftir tilmæli frá Landsbanka eru vald Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum og Torben Magnus Andersen, professari á Århus universiteti. Stjórin í Landsbankanum er føddur formaður í Vááráðnum. Varafólk fyri tey eru ávikavist Ester Hansen, ráðgevi í Landsbankanum, og Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni.

Eftir tilmæli frá Búskaparráðnum er Björn Rúnar Guðmundsson, skrivstovustjóri á Hagstofu Íslands, valdur. Varalimur er Herit Albinus námslektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Eftir tilmæli frá Fíggjarmálaráðnum eru vald Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum og Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. Varalimir fyri tey eru ávikavist Gudmundur Effersøe Nónstein, ráðgevi á Tryggingareftirlitinum og Pól Egholm, deildarstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder