Innanlands

Hesi eru í uppskoti sum ársins leiðarar

Á Leiðaradegnum friggjadagin verður avdakað hvør fer avstað við heiðrinum sum ársins leiðari

2023-03-14 11:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2023 verður avdúkað fríggjadagin 17. mars kl. 16.45 á Leiðaradegnum, sum verður á Hotel Føroyum. Synergi skipar fyri leiðaradegnum. Kjósanin verður stroymd á Facebook síðuni hjá Synergi kl. 16.45.

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2023, hevur nú funnið fram til 6 sterkar topp-kandidatar. 3 innan privatu vinnuna og 3 innan tað almenna.

Í dómsnevndini at velja Ársins leiðarar 2023 sita Marjun Eystberg, Input, Niels Winther, Vinnuhúsið og Johnny í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroya.


Topp 3 innan tað almenna - í stavrað:
Alexandra á Dul, stjóri Klaksvíkar sjúkrahús
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni

Topp 3 innan tað privata - í stavrað:
Brian Smedemark, stjóri í Trygd
Kirstin Hammer, stovnari og stjóri í Gómagott
Suni Justinussen, stjóri í JT Electric

Fríggjadagin 17. mars kl. 16.45 verður avdúkað, hvørji gerast Ársins leiðarar

Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar úr øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 17. mars kl. 13 - 17. Dagurin er fyri bæði almennar og privatar leiðarar, nýggjar sum royndar, yngri sum eldri.

[object Object]

Skráin fyri Ársins leiðaradag
Jan Ziskasen, Ársins privati leiðari 2022 | Setir dagin
Poul Geert Hansen, Ársins almenni leiðari | Úr skjáttuni
Svend Brinkmann | Hugsa
Pernille Garde Abildgaard og Tina Storm | 4-daga arbeiðsvika
Brian Lykke | Ein løta í skellilátri
Kjósan av Ársins leiðarum 2023
Takk fyri í dag | Vit fagna Ársins leiðarar
Døgurði á Hotel Føroyum, Signar í Homrum og John Johannesen spæla

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder