Innanlands

Hesar dagar verður Summar Festivalurin

Dato eru ásett fyri Summar Festivalin 2019

2018-11-29 13:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Summar Festivalurin 2019 verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

Fyrsti Summar Festivalurin varð í 2004, og síðani hevur festivalurin vaksið seg til landsins størsta tónleikatiltak. Summar Festivalurin næsta ár er tann sekstandi í røðini.

Gjøgnum árini hava altjóða stórnøvn sum Roxette, Westlife, The Scorpions, Cliff Richard, Mika, Lukas Graham, Twisted Sister og Ronan Keating spælt á Vágsbø.

Forsølan til Summar Festivalin er byrjað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder