Innanlands

Hesar ballónirnar endaðu í Noreg

Ballóntyssi hjá B36 er funnið í Noreg

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-26 17:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt av stóru ballóntyssunum, sum B36-viðhaldsfólkini sleptu tá steypafinalan byrjaði í gjárkvøldið er endað í Noreg í nátt.

Torunn Kverneland Thiemer skrivar á Facebook í dag, at tveir menn fóru leypandi í bilin og til hægsta staðið í dalinum, og fingu fatur á tyssinum.

B36 vann dystin eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.

Mynd: Sverri Egholm

Og so til Noregs... (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder