Innanlands

Herverk á gravimaskinu fyri aðru ferð upp á eina viku

Ótangar hava í tveimum førum brotið rút á gravimaskinu á Argjum. Løgreglan hevur dna-spor at ganga eftir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-09 10:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri aðru ferð upp á eina viku, hava ótangar gjørt herverk á eina gravimaskinu á Argjum. Fyrra fráboðanin kom fríggjadagin tá ein rútur var brotin. 

Í gjár var aftur boðað frá herverki, og tá var enn ein rútur brotin á gravimaskinuni.

Løgreglan veit ikki hvørjir gerningsmenninir eru, men stendur ikki púra á berum. Á staðnum vóru lutir latnir eftir, og teir verða kannaðir fyri dna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder