Innanlands

Herjólvur III er nú á dokk

MEST arbeiður í løtuni við íslendsku ferjuni á Skála. Talan er um klárgering til farma - og ferðafólkasigling millum Suðuroynna og miðstaðarøkið, og ein nýggj bilrampa verður gjørd og sett í

Mynd: MEST

Mynd: MEST

2022-07-01 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Íslendska ferjan hevur nú verið á Skála í meira enn ein mánað, og nu er hon í dokkini hjá MEST.

MEST boðar í stuttum skrivi í dag frá, at Herjólvur III í løtuni er til 30 ára klassing og klárgering til farma - og ferðafólkasigling millum Suðuroynna og miðstaðarøkið.   
Í hesum sambandi framleiðir og ísetur MEST eisini eina nýggja bilrampu afturi á ferjuni.

Sáttmálin millum Strandfaraskip Landsins og íslendsku eigararnar kom endaliga uppá pláss tíðliga í juni.

[object Object]

Herjólfur III skal sigla við farmi millum Havnina og Tvøroyri og skal avloysa Smyril seinni í ár, tá strandfaraskipið fer í dokk. Ferjan er 70 metrar lang og 16 metrar breið.

Ivamál hevur verið frammi um, hvørt heldur gamla skipið, ið tekur munandi færri fólk enn bilar enn Smyril, fer at megna at røkja Suðuroyarleiðuna ánøktandi hátt.  




 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder