Innanlands

Herjólfur væntandi undir royndarsigling í komandi viku

Strandferðslan sigur, at Herjólfur III fer at sigla á Suðuroyarleiðini frá 19. august til 3. oktober, meðan Smyril er í dokk

Herjólfur kann við verandi loyvum taka upp til 481 ferðafólk og umleið 65 bilar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Herjólfur kann við verandi loyvum taka upp til 481 ferðafólk og umleið 65 bilar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-28 15:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herjólfur III fer væntandi at avloysa Smyril á Suðuroyarleiðini frá mánadegnum 19. august til mánadagin 3. oktober.

Tað boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni í dag.

Smyril siglir seinasta túrin fríggjadagin 19. august klokkan 18.30 av Havnini og suður á Krambatanga. Smyril verður síðani tikin úr sigling og leggur leiðina til Fayard – skipasmiðjuna í Munkebo á Fjóni. Túrurin til Danmarkar tekur umleið 45 tímar hvønn vegin.

Arbeitt verður í løtuni við at gera Herjólf kláran á byrja farma- og ferðafólkasigling til Suðuroynna, og væntandi fer skipið undir royndarsigling fyrst í komandi viku. Gongur alt sum ætlað, fer Herjólf undir farmasigling beint eftir hetta, skrivar Strandferðslan.

Farmaleiðin til Suðuroyar fer at verða nevnd leið 6.

Ferðaætlanin fyri Herjólf verður løgd alment út fríggjadagin 5. august. Talan er bæði um ferðaætlanina sum farmaskip á leið 6 og ferðaætlanina meðan Herjólf røkir siglingina fyri Smyril á leið 7.

Plássbíleggingarskipan verður tøk hjá ferðafólki og akførum frá mikudegi 10. august, tá ið nærri kunning og vegleiðing til skipanina eisini verður tøk.

Sambært Strandferðsluni kann Herjólfur við verandi loyvum taka upp til 481 ferðafólk og umleið 65 bilar.

Meðan Herjólfur røkir siglingina fyri Smyril, verða munandi avmarkingar í farmaflutninginum á Suðuroyarleiðini, og er Strandferðslan í ferð við at kunna sínar farmakundar nærri um, hvussu farmaflutningurin verður skipaður, meðan Smyril er í dokk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder