Innanlands

Herjólfur III á veg aftur til Suðuroyar

Á fyrsta túrinum í morgun vóru 47 ferðafólk og 13 bilar. Hóast mótrák nærum allan túrin, varð siglingartíðin umleið hálvan triðja tíma

Herjólfur III við bryggju í Havn í morgun (Mynd: Ingun í Skrivarastovu)

Herjólfur III við bryggju í Havn í morgun (Mynd: Ingun í Skrivarastovu)

2022-08-20 12:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 6 í morgun fór Herjólfur III av Krambatanga á sínum fyrsta túri í ferðaætlanini um Suðuroyarfjørð. 

Umframt nakað av farmi, vóru 47 ferðafólk og 13 bilar við á túrinum. Hóast mótrák nærum allan túrin, varð siglingartíðin umleið 2:30 tímar, upplýsir Strandferðslan á heimasíðuni.

Klokkan 10 fór Herjólfur aftur av Havnini við 116 ferðafólkum og gott 40 bilum. 

Burtursæð frá føroyska summarregninum, gekk heilt væl við av- og áskipan av ferðafólki og akførum. Nú bíleggingarskipanin verður royndarkoyrd á Suðuroyarleiðini, skulu tey ferðandi kanska líka venja seg til broyttu mannagongdirnar við at avgreiða ferðaseðilin, áðrenn farið verður umborð, sigur Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder