Innanlands

Munur á skipum: Herjólfur á royndartúri

Skipið sum skal røkja suðuroyarleiðina fyri Smyril frá leygardegnum er í kvøld á royndartúri. Í skrivandi stund liggur Herjólfur III við bryggju í Havn

Smyril er 135 metrar langur meðan Herjólfur III er 70 metrar til longdar. Skipini hittust í Nólsoyarfirði fyrr í kvøld (Mynd: Fróði Mortensen)

Smyril er 135 metrar langur meðan Herjólfur III er 70 metrar til longdar. Skipini hittust í Nólsoyarfirði fyrr í kvøld (Mynd: Fróði Mortensen)

2022-08-17 22:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herjólfur III sum seinastu vikurnar hevur ligið hjá Mest á Skála loysti í kvøld, og er nú farið royndartúr.

Skipið, sum er leigað úr Íslandi, liggur í løtuni við bryggju í Havn.

Leygardagin byrjar skipið í fastari sigling um Suðuroyarfjørð, og skal røkja siglingina til 2. oktober.

Smyril siglir seinasta túr fríggjadagin kl. 18:30 av Havnini og suður á Krambatanga. Túrurin av Krambatanga kl. 21:00 verður ikki sigldur

Fyrsti túrurin hjá Herjólfi III verður leygarmorgunin kl. 6 av Krambatanga.

Herjólfur III tekur upp til 481 ferafólk og umleið 65 bilar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder