Mentan

Herborg Torkilsdóttir á Summar Festivalin

Herborg Torkilsdóttir, sum í løtuni toppar á donskum hittlista, spælir á Summar Festivalinum í august

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-27 08:35 Author image
Innsent
placeholder

Samstundis sum Herborg Torkilsdóttir í hesum døgum er ovast á Dansktoppen, boðar Summar Festivalurin frá, at hittsongkvinnan verður við á festivalinum í august.

Herborg Torkilsdóttir er hesa vikuna ovast á kenda danska hittlistanum, Dansktoppen, við sanginum "Ikke min skyld". Hetta er óført frambrot hjá songkvinnuni, sum seinastu tíðina hevur givið fleiri sangir út á donskum máli.

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið hitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, "Náttin var okay", "Sveipa til vinstru", "Runt allar Føroyar" og aðrir.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.

Á Summar Festivalinum hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 6. til 8. august.

Summar Festivalurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder