Mentan

Herborg og Ólavur saman í dur

- Lívið er lættari, tá mann ikki er einsamallur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-18 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Herborg Torkilsdóttir og Ólavur á Váli hava júst givið út eina glaða countryduett, sum kallast "Syngja í dur". 

Lagið er eitt kærleikslag, um tveir trubadurar, sum eftir at hava sungið solo í longri tíð, loksins hava funnið saman. Í fluttari merking snýr sangurin seg um, at lívið gerst lættari, um man ikki er einsamallur.

Herborg Torkilsdóttir hevur skriva orð og lag, Danny Beck hevur framleitt og Ólavur á Váli hevur tikið upp røddir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder