Innanlands

Her eru nýggju tilmælini

Tilmælini, sum verða galdandi um jólini og nýggjárið, vórðu løgd fram seinnapartin

2020-12-14 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á tíðindafundi seinnapartin kunnaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, um nýggjastu tilmælini, sum skulu minka um smittuspjaðingina um høgtíðina.

– Jólahøgtíðin og nýggjárið kunnu fara at teljast millum okkara seinastu stóru avbjóðingar í koronastríðnum, og tí ræður nú um at taka seinastu tøkini á mál, segði løgmaður á tíðindafundinum.

Í stuttum snúgva broytingarnar seg um:

  • Allir jólagestir eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
  • Allir jólagestir eiga at fara í heimauppihald til, at tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag.
  • Jólagestir eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ.
  • Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í samráð við Landsstýrið avgjørt at avlýsa gudstænasturnar jólaaftan og jóladag. Landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama.
  • Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17. desember til og við 3. januar 2021 lata aftur klokkan 22.
  • Mælt verður til, at allar innandura ítróttarkappingar verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar 2021. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar.
  • Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman.
  • Handilsvinnan eigur at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder