Innanlands

Helt ikki víkiskylduna: Tvey fólk flutt á Landssjúkrahúsið

Eitt ferðsluóhapp var fyrrapartin á landsvegnum við Kambsdal

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-22 16:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein persónbilur og ein lastbilur stoyttu fyrrapartin saman á landsvegnum við Kambsdal.

Førarin á persónbilinum, og ein nýføðingur, sum sat á baksetrinum, vóru flutt á Landssjúkrahúsið. 

Løgreglan upplýsir fyri útvarpinum, at lastbilurin ikki helt víkiskylduna á vegamótinum frá ídnaðarøkinum á Kambsdali og út á landsvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder