Innanlands

Helmingurin av tingmanningini kann verða í salinum samstundis

Tilmælið um fólkamongd er broytt, men tingsalurin er ov lítil í mun til tilmælið um frástøðuna. Løgtingið hevur í dag samtykt lántøku á 1,6 milliard

Løgtingið er framvegis ikki fullmannað, tá viðgerðir eru sum í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgtingið er framvegis ikki fullmannað, tá viðgerðir eru sum í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-04 13:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá mánadegnum 4. mai er tilmæli, um hvussu nógv í mest lagi kunnu savnast, 50 fólk. Seinastu smáu tveir mánaðirnar hevur tað verið hægst tíggju fólk.

Hetta hevur avmarkað so at siga alt í samfelagnum - eisini tingarbeiði.

Broytingin merkir ikki, at øll 33 tingfólkini kunnu verða í tingsalinum samstundis. Tað skrivar Kringvarpið. Orsøkin er, at tilmæli um frástøðuna á í minsta lagi tveir metrar framvegis stendur við, og at tingsalurin ikki er nóg stórur til at rúma 33 fólkum, ið øll hava tveir metrar frástøðu. 

Harvið kann helvtin av tingmanningini vera í tingsalinum í senn, skrivar kvf.fo.

Landsstýrið fær 1,6 milliard krónur

Løgtingið hevur í løtuni sjófeingislógina við viðgerar. Tað er í mun til heimild til, at víkja frá at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir. Spurningurin er bara um tað skal verða áleið 40.000 tons, ið fiskimálaráðharrin og minnilutin í Vinnunevndini (umboð fyri samgonguna) ynskja tað, ella helmingurin av tí, sum meirilutin av Vinnunevdini (umboð try Andstøðuna) ynskja.

Fylg við viðgerðini her

Framanundan er uppskotið um lántøku hjá landsstýrinum fyri 1,6 milliard krónur einmælt samtykt við aðru viðgerð. Peningurin skal nýtast til koronastríðið.

Les meira: Løgtingið skal viðgerða lántøku til landskassan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder