Innanlands

Helgi tók sæti á tingi

Helgi Abrahamsen er fyrsti varamaður Sambandsfloksins á tingi

Helgi Abrahamsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Helgi Abrahamsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-01 10:21 Author image
Ari av Rana

Áðrenn tingið fyri løtu síðani fór at viðgera løgmansrøðuna, boðaði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, frá skrivi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni. Edmund Joensen heitti á tingið um at lata varamann taka sæti á tingi fyri seg.

Fyrsti varamaður Sambandsfloksins á tingi er Helgi Abrahamsen. Av tí at Helgi Abrahamsen er góðtikin av løgtinginum frammanundan, varð atkvøtt uttan atkvøðugreiðslu. Hetta merkir, at tingfólk fáa eina løtu at hugsa sum um, um tey ynskja at atkvøða ímóti, at Helgi Abrahamsen tekur sæti á tinginum.

Eingin valdi at boða frá at tey ynsktu hetta. Helgi Abrahamsen tók tí sæti á tinginum, og løgtingið fór víðari til fyrsta mál á skránni, sum er viðgerð av løgmansrøðuni, sum varð hildin, tá tingið varð sett ólavsøkudag.

placeholder
placeholder