Innanlands

Helena Dam á Neystabø skal standa á odda fyri útbúgvingardeildini

Fyrrverandi løgtings-, landsstýris- og býráðskvinnan byrjar í dag í nýggjum starvi í Uttanríkis og mentamálaráðnum

2021-01-01 11:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Helena Dam á Neystabø hevur í dag tikið við starvinum sum deildarstjóri á útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Innanhýsis umleggingar eru gjørdar í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og ein útbúgvingardeild er skipað, sum hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan útbúgvingar- og granskingarøkið, frá dagstovnum til hægri útbúgvingar og gransking. Sjey fólk eru á Útbúgvingardeildini.

Helena Dam á Neystabø er útbúgvin cand.mag. og hevur masterútbúgving (MPM) í almennari fyrisiting. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari í útbúgvingarverkinum, bæði sum stjóri á Føroya Handilsskúla og stjóri á Skúlabókagrunninum í nógv ár,  eins og drúgvar politiskar royndir í Løgtinginum og  sum landsstýrisfólk í mentamálum. 

Helena Dam á Neystabø kemur framvegis at hava ábyrgdina av verkætlanini við føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar, sum hon hevur arbeitt við, síðani á heysti 2019.

- Tað eru nógvar týdningarmiklar uppgávur fyri framman, tá um útbúgvingarskipan okkara ræður. Eg vóni, at eg kann vera við til at flyta alla skipanina framá. Tí ein góð útbúgvingarskipan er avgerandi fyri alt samfelagið. Eg eri spent uppá uppgávuna, sigur Helena við heimasíðuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Umframt royndir sum løgtings- og landsstýriskvinna, hevur Helena Dam á Neystabø eisini sitið í Tórshavnar býráð seinastu tvey valskeiðini umboðandi Javnaðarflokkin. Hon varð ikki afturvald á kommunuvalinum í november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder