Innanlands

Heldur við tyrlu enn við Herjólfi III

Áhugin at flúgva við tyrlu úr og til Suðuroynna síðani Herjólfur III fór í sigling, hevur verið stórur. Men nú Atlantsflog fer undir vetrarflúgving verður bert flogið tvær ferðir um vikuna

(Mynd: Suðurrás.fo)

(Mynd: Suðurrás.fo)

2022-08-31 19:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Áhugin fyri at flúgva við tyrluni úr Suðuroynni til Havnar og suðuraftur er óvanliga stórur. Tað skrivar Suðurrás á heimasíðuni í dag.

Tyrlan hevur í summar flogið tríggjar dagar um vikuna, og hevur verið ein góður møguleiki hjá fleiri, nú farleiðin um Suðuroyarfjørð er skerd. Men nú Atlantsflog fer undir vetrarflúgving, verður bert flogið tvær ferðir um vikuna. Mikudag og fríggjadag.

Suðurrás skrivar, at tyrlan um middagsleitið var tyrlan fullsett til Havnar, har fólk úr Suðuroynni og eisini úr Stóra Dímun vóru við. 

- Fleiri teirra greiddi frá, at tey ikki tordu at sigla við Herjólfi, tí valdu tey heldur at fara við tyrlun, skrivar sudurras.fo.

Herjólfur III røkir Suðuroyarleiðina fyri Smyril í góðan mánað afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder