Innanlands

Heldur ikki nógv fólk í býnum í nátt

Skeinkistøðini høvdu opið, men har vóru færri fólk í býnum enn væntað – Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra uttan koyrikort

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-23 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið lat býarlívið uppaftur eftir at hava verið avmarkað í seks vikur, men kortini vóru ikki nógv fólk, sum leitaðu sær oman í býin.

Leygarnáttina vóru fleiri fólk enn undanfarnu nátt, men kortini ikki so nógv, sum tey høvdu væntað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, sum leggur afturat, at tað hevur gingið friðarliga fyri seg.

Tó vórðu tveir bilførarar tiknir í høvuðsstaðnum fyri at koyra uttan koyrikort.

Tann eini førarin hevði rent á ein garð, og tá hann varð kannaður nærri, vísti tað seg, at hann var ávirkaður. Sostatt er hann bæði skuldsettur fyri at koyra ávirkaður og uttan førararætt. Hin bilførarin koyrdi í frádømingartíðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder