Innanlands

Heita á myndugleikarnar at taka koronupassið úr gildi

- Tí Føroyar skula framhaldandi vera eitt land fyri allar føroyingar - við jøvnum rættindum, bæði fyri tey, sum siga ja takk, og tey sum siga nei takk til koronukoppseting, siga fyriskipararnir av einari undirskriftainnsavnan

(Mynd: Korona.fo)

(Mynd: Korona.fo)

2021-11-15 01:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Við hesi undirskriftainnsavning mótmæla vit, at munur verður gjørdur á koppsettum og ókoppsettum føroyingum við at krevja koronupass.

Tað siga fyriskipararnir av einari undirskriftainnsavning, sum hevur heitið “Nei til koronupass í Føroyum”.

Heitt verður á myndugleikarnir um at seta koronupassið úr gildi aftur sum skjótast.

- Um so er, at smittustøðan í landinum ger tað neyðugt prógva, at tú ikki ert sjúkur og ber smittu við tær, so eiga øll,sum kunnu bera smittu, at prógva hetta, ikki bara ein lítil minniluti. Hetta nýtist okkum ikki nakað koronupass til. Koronupassið ger mun á fólki, skerjir frælsið óneyðugt, skapar spjaðing og býtir fólkið upp í bólkar.

- Tá koronupassið varð bílagt, fingu vit at vita, at tað skuldi ikki brúkast í Føroyum, men var fyri at geva útisiglarum og øðrum, ið starvast uttanlands, eina smidliga føroyska loysn. Vit hava eisini fingið endurtikin lyfti um, at føroyingar fóru ikki at vera býttir upp í bólkar við koronupassi.

- Vit heita staðiliga á myndugleikarnir at halda givin lyfti og seta koronupassið úr gildi aftur, siga fyriskipararnir, sum leggja afturat at Føroyar skal vera eitt land fyri allar føroyingar.

- Tí Føroyar skula framhaldandi vera eitt land fyri allar føroyingar - við jøvnum rættindum, bæði fyri tey, sum siga ja takk, og tey sum siga nei takk til koronukoppseting.

Higartil eru tað beint undir 200 fólk, sum hava skrivað undir.

Undirskriftainnsavningin gongur fyri seg her

Koronupassið kom í gildi leygardagin. Fyri at fáa eitt galdandi koronupass er neyðugt við minst tveimum prikum, fyrrverandi smittu ella negativa koronukanning. Passið verður brúkt fyri at fáa atgongd til ymiskt virksemi, harn nógv fólk vitja.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder