Uttanlands

Heita á fólk um at boykotta nýggja Mulan-filmin hjá Disney

Høvuðsleikarin í nýggja filminum, Liu Yifei, hevur kunngjørt, at hon stuðlar løgregluni í Hong Kong, og hetta hevur skapt øsing

Mynd: Disney

Mynd: Disney

2019-08-17 21:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru nú 11 vikur síðani, at mótælini í Hong Kong byrjaðu, og í vikuni skapti kinesiska sjónleikarinnan, Liu Yifei, øsing, tá hon á kinesiska sosiala miðlinum Weibo boðaði frá, at hon stuðlar løgregluni í Hong Kong, sum hevur verið rættiliga harðlig móti mótmælisfólkunum.

- Eg stuðli løgregluni í Hong Kong. Tit kunnu bara leypa á meg nú. Stór skomm fyri Hong Kong, skrivaði hon.

Liu Yifei hevur høvuðsleiklutin sum Mulan í nýggju live-action útgávuni av Disney-filminum við sama navni, sum eftir ætlan verður sýndur í biografunum næsta ár.

Áðrenn 24 tímar vóru farnir, høvdu fleiri enn 72.000 dámt dagføringina hjá Liu Yifei, og fleiri enn 65.000 deilt hana.

Dagføringin hevur, sambært Politiken, skapt nógva øsing millum mótmælisfólkini í Hong Kong, og nógv hava nú heitt á fólk um at boykotta nýggja Disney-filmin. Hetta verður millum annað gjørt á sosiala miðlinum Twitter, har #boycottmulan hevur gjørt um seg.

Higartil hevur Disney onga viðmerking givið í málinum.

Mótmælini í Hong Kong byrjaðu orsakað av einum lógaruppskoti, ið loyvdi útflyggjan av brotsmonnum úr Hong Kong til Kina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder