Mentan

Heimskendur víkingur á pall í Salt - Konsert við Guldreng, Janus Wiberg, Danny Baldursson og Jens Marna aftaná

“Ársins vikings kvøld” verður í Salt fríggjakvøldið tá Alex Høgh Andersen úr sjónvarpsrøðini Vikings hevur fyrilestur. Aftaná verður tónleikur fyri allar pengarnar

2021-10-20 17:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stórt tiltak verður í Salt á Tvøroyri fríggjakvøldið.

Víkingaskipið í Hovið skipar fyri tiltakinum sum fevnir um fyrilestur við kendum víkingi umframt konsertir við kendum nøvnum á plakatuni aftaná.

Tað verður heimsstjørnan, Ivar The Boneless, Alex Høgh Andersen, úr sjónvarpsrøðini Vikings, sum fer at hava ein fyrilestur, og saman við honum á palli er Uni Holm Johannesen.

Konsertir eru eisini á skránni aftaná. Danski sangarin Gulddreng, sum er grivin upp aftur, og hittar uppá tað heitasta í Danmark í løtuni, fer á pall.

Eisini spæla Janus Wiberg Mortensen og Danny Baldursson nøkur av sínum nýggjastu løgum, umframt at Jens Marni Hansen spælir sínar slagarar, sum hava rungað í 20 ár.

- Hetta verður stórt, siga fyrireikararnir um kvøldið í Salt.

Smyril siglir suður klokkan 18.30 fríggjadagin og tiltakið byrjar klokkan 21.30.

placeholder
placeholder