Uttanlands

Heimsheilsustovnurin: Vit skulu ikki øsa okkum upp

Higartil eru eingi andlát skrásett í sambandi við Omikron-frábrigdinum, sum nú er staðfest í 38 londum, og fyribils fráboðanir úr Suðurafrika geva ábendingar um, at frábrigdið gevur mildari sjúkueyðkenni, men enn vita vit ov lítið, sigur leiðandi granskari hjá Heimsheilsustovninum, WHO

Soumya Swaminathan, leiðandi granskari hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

Soumya Swaminathan, leiðandi granskari hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

2021-12-04 16:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimurin skal ikki øsa seg upp um Omikron. Tað er enn ov tíðliga at siga, um hetta nýggja koronufrábrigdið fer at dominera, og enn er so nógv, sum mann ikki veit við vissu, sigur Soumya Swaminathan, leiðandi granskari hjá Heimsheilsustovninum (WHO).

– Hvussu stúrin skulu vit vera? Vit skulu vera varin og fyrireikaði, men vit skulu ikki øsa okkum upp, tí vit eru í einari aðrari støðu í dag enn fyri einum ári síðani, sigur hon.

Í dag eru 99 prosent av teimum, sum fáa staðfest koronu, smittað við Delta-frábrigdinum, sum fyrst varð staðfest í India fyri uml. einum ári síðani, og fyri at kunna kappast við Delta-frábrigdinum, skal Omikron vera enn meira smittandi fyri at taka yvir, sigur Swaminathan.

– Lat okkum vóna, at tað (Omikron-frábrigdið, red.) er mildari, men tað er ov tíðliga at gera nakrar niðurstøður um frábrigdið sum heild.

Enn er eisini ógreitt, um tað verður neyðugt at dagføra koppsetingarnar, sum verða brúktar í dag, men framleiðarar arbeiða við málinum. Heilsheilsustovnurin væntar at hava fleiri upplýsingar um nýggja frábrigdið í næstum. Bæði um, hvussu nógv nýggja frábrigdið smittar, og um koppsetingin riggar ímóti tí, skrivar Ritzau.

Higartil er Omikron staðfest í 38 londum. Talan er bæði um lond í Evropa, Afrika, Asia og Miðeystri. Frábrigdið er eisini staðfest í Brasil, Avstralia og fleiri statum í USA.

Sambært Heimsheilsustovninum eru higartil eingin andlát skrásett í sambandi við Omikron-frábrigdinum. Fyribils fráboðanir úr Suðurafrika, har frábrigdið spjaðist skjótt, geva ábendingar um, at sjúkueyðkennini hjá teimum, sum verða smittað við hesum frábrigdinum eru mildari. Víst verður tó á, at tað serliga eru ung fólk, sum verða kannaði, og tí er tað ov tíðliga at siga nakað um, hvussu álvarsamt frábrigdið rakar aðrar samfelagssbólkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder