Innanlands

Heimabeiti.fo latin í nýggjan ham

heimasíða um hagar, seyðamørk, seyðahald og landbúnað í Føroyum umframt rúgvismikið tilfar um grind

2018-07-03 22:04 Author image
Tíðindaskriv

Heimabeiti.fo er ein føroysk heimasíða um hagar, seyðamørk, seyðahald og landbúnað í Føroyum. Millum annað er tilfar um grannastevnur, landbúnaðarstevnur, gerðarættarmál og lógartilfar í hesum sambandi. Harumframt er rúgvismikið tilfar um grind, hagtøl um grind og nakað av søguligum tilfari.

Síðan verður fyrisitin av Kára Thorsteinsson sum ein sjálvstøðugur partur av hiking.fo, ið Pól Sundskarð eigur og rekur. Leinkja er gjørd millum hagarnar í heimabeitinum og fjallatúrarnar hjá hiking.fo, so báar heimasíðurnar falla væl saman í eina eind - ein verkætlan, sum Pól Sundskarð fór undir fyri nøkrum árum síðani og sum nú er komin so væl áleiðis, at hon er klár at seta í verk.

Nógvar myndir eru tiknar og verða eftir førimuni lagdar út so hvørt. Ætlanin er, at mynd verður tøk av hvørjum haga í Føroyum, umframt nágreiniligar upplýsingar um hagarnar. Harumframt er farið undir at skráseta seyðin við vekt og øðrum, so flest allir upplýsingar um hagar og seyða verða á einum stað.

Samstundis verður heitt á hagaeigarar, festarar og seyðamenn um at kanna eftir og koma við møguligum viðmerkingum ella rættingum til tær upplýsingar sum standa á síðuni. Hetta kann gerast við at skriva til heimabeiti@heimabeiti.fo.

Tað er fyritøkan Qodio, ið hevur sniðgivið og forritað bæði heimabeiti.fo og hiking.fo.

Vitja heimabeiti.fo her

placeholder
placeholder